Um okkum
Heimasíðan hjá ráðgevingini í Føroyahúsinum í Keypmannahavn var ein stór hjálp, tá vit skuldu flyta - men ikki bar til at finna svarið uppá meiri enn helmingin av tí, vit ivaðust í. Soleiðis man vera hjá flest øllum, sum flyta niður. Man lærir av royndunum. Og av at spyrja seg fyri hjá teimum, sum eru flutt áðrenn tú. Men tað eru ikki øll, sum kenna onkran í Danmark. Tá kann tað verða strævið at koma uppá pláss við øllum.
Fyri at lætta um, og fyri at savna alt á einum staði, havi eg snikkað eina heimasíðu saman.
Til tykkum sum flyta niður ella búgva niðri.
Til tykkum, sum mangla ein makkara í poker, ella 8. mannin til innandurða fótbólt, - ella sum kundu hugsað tykkum at gjørt ein bindiklubb.
Til tykkum, sum hava eitthvørt spennandi at siga frá.
Um tað er eitthvørt viðkomandi, tit ivast í, send okkum ein teldupost á utisetar@outlook.dk - so royna vit at finna svar.
Øll tíðindi verða gleðiliga móttikin - onki er ov smátt, bert tað er viðkomandi.
Ábyrgdarhavandi.
Siri Jensen, Odense